Cher og Greta hitta

Tónleikarin og sangskrivarin Greta Svabo Bech kann í hesum døgum fegnast um, at eitt av hennara løgum er á eini fløgu, sum av álvara ger um seg á hittlistunum í USA og aðrastaðni.

Greta Svabo Bech hevur gjørt lagið My Love, sum er við á nýggju fløguni Closer to the Truth hjá amerikansku songkvinnuni Cher.

Nú liggur henda fløgan sum nummar trý á stóra kenda hittlistanum Billboard og nummar eitt á listanum yvir mest seldu fløgur umvegis internetið í løtuni.

Sjálv heldur Greta Svabo Bech at tað kann hava stóran týdning fyri seg sum sangskrivara og tónleikara, at fløgan hjá Cher klárar seg væl í løtuni.