Poppdivain Cher er álvarsliga sjúk. Læknarnir í USA siga seg ikki vita, hvat Cher feilar - men tað er ein sera sjáldsom búksjúka. Cher er nú farin til Týsklands fyri at verða viðgjørd av somu læknum, sum viðgera krabbameinssjúku vinkonu hennara, Farrah Fawcett. Týsku læknarnir siga frá, at sjúkan hjá Cher snýr seg um bruna í tarmunum, sum er sera pínufult og teir hava givið Cher ein kur við nógvum fibrum, sum vónandi fer at hjálpa upp á brunan og harvið pínuna hjá Cher. Í flestu førum kann sjúkan viðgerast við fiburkuri og antibiotika, men heilt sjálvdan kann verða neyðugt við skurðviðgerð eisini?