Cheney heimaftur sum av torvheiðum

Hevði vitjanin hjá amerikanska varaforsetanum í níggju arabiskum londum til endamáls at savna stuðul til álop á Irak, var ferðin bummtúrur

Áðrenn Dick Cheney fór á sína fyrstu uttanmlandsferð sum varaforseti, var øllum greitt, hvat endamálið við ferðini til Miðeysturs var: At útvega USA arabiskan stuðul til eina hernaðarliga uppgerð við irakska forsetan Saddam Hussein og fullan stuðul til framhaldandi bardagan ímóti yvirgangi.
Engin er í iva um, hvussu stóran týdning amerikanska stjórnin hevur lagt í ferðina hjá Cheney, og tí man tað vera ein vónsvikin varaforseti, sum skjótt vendir heimaftur. Eingin av teimum arabisku leiðarunum, sum Cheney hevur hitt á ferðini, hevur játtað at taka undir við amerikansku ætlanini at søkja at Irak. Einasta úrslitið var, tá saudiarabiski krúnprinsurin, Abdullah, tók av einari innbjóðing um at koma til Washington at hitta George W. Bush, forseta einaferð í vár.
Hinvegin fekk Cheney at vita frá øllum teimum arabisku leiðarunum, at USA eigur at leggja størri trýst á Ísrael og Ariel Sharon, forsætisráðharra fyri at hann at ganga við til at gera ein friðarsáttmála við palestinar. allir kravdu teir eisini, at Ísrael skal lata Yasser Arafat fara til Beirut, tá arabisku londini fara at halda toppfund har um eina viku.
Heldur ikki Kuwait
Dick Cheney hevði ivaleyst væntað, at leiðararnir í Kuwait mundu fara at taka undir við amerikanska uppskotinum um at gera av við Saddam Hussein, tá hugsað verður um, at amerikanski herurin rak irakar úr Kuwait í 1991.
Men heldur ikki her var nakar stuðul at fáa. Varaforsætisráðharrin í Kuwait, Sheikh Sabah Al-Ahmed Al-Sabah, gjørdi greitt, at Kuwait tekur ikki undir við amerikansku ætlanini at leypa á Irak. Hann vísti á, at eitt álop fer at raka irakska fólkið meint, og hann helt heldur ikki, at USA hevur nakra beinleiðis orsøk til at søkja at Irak. Harafturímóti mælti ráðharrin USA til at leggja størri trýst á Saddam Hussein fyri at fáa hann at loyva vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST at halda fram við arbeiðinum í Irak.
Saudiarabia, Egyptaland og Jordan, sum vanliga verða roknað sum sameind hjá USA, hava eisini gjørt Dick Cheney greitt, at USA fær ikki teirra stuðul til eitt álop á Irak. Jordanski kongurin, Abdullah, ávaraði tvørturímóti USA ímóti at fara undir eitt hernaðarligt ævintýr í Irak, siga eygleiðarar í Amman.