»Chemical Ali« dømdur til deyða

Eitt systkinabarn Saddam Hussein, fyrrverandi irakiska einaræðisharran, er nú dømdur til deyða av einum irakiskum rætti fyri fólkamorðið á 180.000 kurdar í 1988 Ali Hassan al-Majid, betri kendur sum »Chemical Ali« fyri at nýta kemisk vápn móti kurdum og øðrum, varð dømdur fyri fólkamorð.

Tveir aðrir ákærdir vórðu eisini dømdir til deyða, meðan aðrir tveir fingu lívlangt fonsgul. Saddam Hussein sjálvur var eisini sjálvur rættarfylgdur fyri sonevnda Anfal-álopið, og varð hongdur í desember 2006 fyri tað og aðrar brotsgerðir.

»Chemical Ali« var sjálv ímyndin av ræðuleikunum, ið vórðu framdir móti kurdunum í 1988. Sjálvur stóð hann púra óávirkaður í rættinum, tá dómurin varð lisin upp, meðan aðrir av teimum dømdu róptu og leikaðu í.

Deyðadómurin verður av sær sjálvum kærdur inn fyri hægri rætt, men verður avgerðin ikki broytt, verða hesin tríggir hongdir innan 30 dagar eftir ta avgerðina.

Av teimum seks, ið stóðu fyri rættinum, vóru tríggir dømdir at hanga, tveir fingu lívlangt fongsul, meðan hin sætti, fyrrverandi guvernørurin í Nineveh-landspartinum, Taher Muhammed al-Ani, varð fríkendur