Álopsspælarin Sergio Aguero hevur leingi verið settur í samband við enska felagið Chelsea, og sambært Mail On Sunday er spælarin farin at nærkast felagnum. Umboð fyri Chelsea hava hildið fund við umboðsmannin hjá Aguero, og Chelsea er sinnað at gjalda spanska felagnum Atletico Madrid 330 milliónir krónur fyri spælaran, sum er ættaður úr Argentina. Aguero er 21 ár gamal, og Chelsea vil hava hann við tíðini at avloysa Drogba og Anelka, sum báðir eru farnir um 30 ár.