Chelsea vil hava Laudrup

Í gjár kundu spanskir miðlar staðfesta, at Michael Laudrup gevst sum venjari í Getafe eftir bert eitt ár í sessinum.

Slaturin hevur ljóðað um fleiri møguligar nýggjar arbeiðsgevarar hjá dananum, og nú tykist Chelsea eisini vera ímillum møguleikarnar.

BT skrivar á netinum, at enska stórfelagið hevur verið í samband við Michael Laudrup. Sambært blaðnum er Frank Arnesen - ið er talentstjóri hjá Chelsea - ein av høvuðsorsøkunum til, at Chelsea møguliga verður nýggjur arbeiðsgevari hjá Laudrup.