Chelsea vil hava Cannavaro

Liðformaðurin á italska landsliðnum, Fabio Cannavaro, hevur verið ein sannur brandur í italsku verjuni undir HM. Cannavaro verður av nógvum mettur sum kanska besti spælarin í kappingini yvirhøvur, og í gjárkvøldið kundi hann taka ímóti tí eyðkenda HM-steypinum. Nú skriva ensk bløð, at Chelsea liggur fram við at tryggja sær italska spælaran. The Daily Mail heldur seg vita, at Cannavaro fer at gera ein trý ára sáttmála við Chelsea í næstum.