Chelsea vil hava Aguero

Versonurin hjá Diego Maradona, Sergio Aguero, verður kanska Chelsea-spælari í næstum. Leingi hevur ljóðað, at Chelsea vil hava fatur á argentinska bóltsnillinginum hjá Atletico Madrid, og nú skriva ensku miðlarnir, at Chelsea hevur boðið spanska felagnum 388 milliónir krónur fyri spælaran. Hesum kann felagið tó nokta fyri, men kemur boðið upp á 450 milliónir krónur, hevur spælarin ein klausul um at verða loystur úr sáttmálanum.