Venjarin hjá Chelsea var nøgdur við sítt lið, eftir at liðið vann toppdystin ímóti Liverpool í gjár. Fyri viku síðani tapti Chelsea heldur óvæntað 3-1 ímóti Wigan, men í gjár var Chelsea aftur í rætta lagnum.
- Hesin dysturin vísir, at vit hava loyst okkara trupulleikar. Tað vóru ikki stórir trupulleikar, men tað var umráðandi fyri okkum at vinna hendan dystin, segði Ancelotti við SkySports.