Chelsea vann í yvirtíðini

Chelsea vann ein týdningarmiklan sigur leygarkvøldið, tá ið teir við neyð og deyð fingu øll stigini til høldar, tá ið teir vóru á vitjan hjá Watford.
Dysturin gjørdist nógv meira spennandi, enn flest øll høvdu væntað. Nógvir málmøguleikar í báðum endum, sum Watford-málverjin, Ben Foster, tók sær meistarliga av. Watford vóru eisini tætt við at skora, men í sjálvari yvirtíðini rapaði korthúsið hjá gula Watford-liðnum. Andriy Shevchenko sendi eitt innlegg í pannuna á Saloman Kalou, sum ikki sveik frá stuttari fjarstøðu.