Didier Drogba gekk á odda, tá Chelsea í dag vendi 1-0 til 1-3 á útivølli móti WBA. Í botninum broytist støðan í heilum, so varð eisini í dag. Chelsea hevur eyguni eftir Arsenal og silvurheiðursmerkinum í Premier League, eftir at teir í dag vunnu 3-1 á West Bromwich Albion. Tað var annars WBA, sum ikki hevur tapt síðani Roy Hodgson tók við, ið kom best frá byrjan við máli frá Peter Odemwingie. Leiðslan helt bara í fimm minuttir, so javnaði Didier Drogba. Fýra minuttir seinni legði Salomon Kalou Chelsea á odda. Stutt fyri hálvleik avgjørdi Frank Lampard dystin, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-1 til Chelsea. Fernando Torres varð skiftur inn og megnaði at skorað, men málið var ikki viðurkent vegna rangstøðu.
Sunderland er í stórum trupilleikum og hevur ikki vunnið í fleiri mánaðir. Felagið, sum tosaði um at røkka Evropa fótbólti fyrr í ár, er bráddliga at finna í niðurflytingarstríðnum. Í dag taptu teir á útivølli móti Birmingham. Eisini gongdin hjá Blackpool er ring. Teir taptu í dag botngysarin á hiemavølli móti Wigan 3-1.
Aston Villa er so smátt við at koma fyri seg og vann aftur í dag. Sigurin kom ikki í hús fyrr enn í evstu løtu á útivølli móti West Ham. Everton er millum formsterkastu liðini í Premier League. Teir vunnu 2-0 á Goodison Park móti Blackburn og liggur nú bara eitt stig aftanfyri grannarnir, Liverpool.
Í botninum merkja úrslitini í dag, at Wigan er røttu megin niðurflytingarstrikuna, meðan Blackpool og West Ham og Wolverhampton eru undir strikuni. Blackburn er nú bara trý stig frá niðurflyting, meðan ringa gongdin hjá Sunderland merkir, at teir eru bara fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.
Premier League úrslit í dag:
Birmingham ? Sunderland 2-0
1-0 Sebastian Larsson, 41
2-0 Craig Gardner, 66
Blackpool ? Wigan 1-3
0-1 Hugo Rodallega, 3
0-2 Charles N?Zogbia, 45+1
0-3 Neil Eardley, 66 sjálvm
1-3 DJ Campbell, 83
Everton ? Blackburn 2-0
1-0 Leon Osman, 54
2-0 Leighton Baines, 75 br
WBA ? Chelsea 1-3
1-0 Peter Odemwingie, 17
1-1 Didier Drogba, 22
1-2 Salomon Kalou, 26
1-3 Frank Lampard, 45
West Ham ? Aston Villa 1-2
1-0 Robbie Keane, 2
1-1 Darren Bent, 36
1-2 Gabriel Agbonlahor, 90+1