Chelsea vann og Liverpool tapti

Liverpool spældi á heimavølli í dag í fimta umfari av FA-Cup steypakappingini, og Barnsley vóru teir vitjandi.

 

Heilt óvæntað javnaðu teir í øðrum hálvleiki, eftir at Dirk Kuyt hevði lagt heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki.

Eitt, ið var enn meira yvirraskandi, var tað, ið hendi móti dystarenda.

 

Tíðin vísti 93 minuttir á klokkuni, tó megnaði ein Barnsley leikari at skora óvæntaða vinnandi málið fyri gestirnar.

 

Úrslitið gjørdist sostatt 2-1, og Liverpool eru nú úti av FA-Cup í ár.

 

Aðrastaðni vann Chelsea 3-1 móti Huddersfield, og Coventry fingu avsmurning á heimavølli móti West Bromwich Albions.

 

Úrslitini gjørdist:

Bristol Rovers-Southampton 1-0

Cardiff-Wolves 2-0

Chelsea-Huddersfield 3-1

Coventry-WBA 0-5

Liverpool-Barnsley 1-2

 

Klokkan 17:15 spæla Manchester United og Arsenal tann seinasta dystin í hesum umfarinum.