Chelsea vann grannauppgerðina

Chelsea vann í 2-1 á Arsenal á Stamford Bridge. Juan Mata og Frank Lampard skoraðu fyri Chelsea, meðan Theo Walcott minkaði um munin fyri Arsenal.

 

Chelsea kom á odda longu aftaná seks minuttir, tá verjan hjá Arsenal ikki megnaði at fáa fatur á Juan Mata, sum úr vinstru smekkaði bóltin í netið. Løtu seinni var Ramires feldur í brotsteiginum og Frank Lampard økti um leiðsluna. Gary Neville, viðmerkjari hjá Sky Sports, metti, at Ramires var klókur í mátanum hann valdi at lata seg detta upp á, tí miðvallarin lat beini hjá sær “hanga” til málverjin rakti hann.

 

Í seinna hálvleiki var Arsenal omaná. Teir høvdu fleiri møguleikar og tað var í trá við dystargongdina, tá Theo Walcott minkaði um munin. Bæði Fernando Torres og innskifti Demba Ba hvødu stórar møguleikar at avgera dystin fyri Chelsea, meðan Arsenal var leikliga omaná, men ikki megnaði at skapa teir heilt stóru møguleikarnar, hóast trýstið var stórt seinastu minuttirnar.

 

Við sigrinum hevur Chelsea sett seg tungt á triðja pláss, meðan Arsenal framvegis er nummar seks.

 

Premier League:

Chelsea – Arsenal 2-1 (2-0)

1-0 Juan Mata, 6

2-0 Frank Lampard, 16 br

2-1 Theo Walcott, 56

 

Tottenham - Manchester United (16.00)