Teir leiktu lagt frá sum Champions League meistarar, og tað skuldi fantastiskt Eden Hazard mál til hálvan annan minutt inni í yvirtíðini til, áðrenn Chelsea vinglaði víðari í Europa League. Vónbrotnu kekkarnir náddu bert at geva bóltin upp, áðrenn dómarin bríkslaði dystin av. DAvid Lafata hevði lagt gestirnar á odda í 17. minutti.
Livberpool hinvegin er úti av Europa League. Teir høvdu tunga leið longu undan dystinum, og brekkan gjørdist bert brattari, tá Hulk legði Zenit St. Petersborg á odda eftir 19 minuttum. Liverpool stríddi seg tó aftur í dystin, og við tveimum málum frá Louis Suarez og einum frá Joe Allen stóð 3-1 eftir 59 minuttir. Men har steðgaði tað, og Liverpool er úti.
Steaua Bukarest og Ajax mátti út í eyka tíð, tá Ajax vann fyrra dystin 2-0, og seinni dysturin endaði við sama úrslitið til Steaua í kvøld. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og tí mátti brotssparkskapping til, og hana vann heimaliðið 4-2.
Dystirnir, sum byrjaðu klokkan 20.05, endaðu soleiðis (samlað úrslit í klummu)
Benfica-Bayer Leverkusen 2-1 (3-1)
Bordeaux-Dinamo Kiev 1-0 (2-1)
Chelsea-Sparta Prag 1-1 (2-1)
Fenerbache-BATE Borisov 1-0 (1-0)
Hannover 96-Anzi Makhachkala 1-1 (1-4)
Liverpool-Zenit St. Petersborg 3-1 (3-3*)
Olympiaikos Piraeus-Levante 0-1 (0-4)
Victoria Plzen-Napoli 2-0 (5-0)
Steaua Bukarest-Ajax 6-2 BRTS (6-4)










