Chelsea umhugsar Liverpool miðvallara

Chelsea hevur í longri tíð leita eftir einum álopskendum miðvallar. Millum nøvnini hava verið Luka Modric og Javier Pastore, men nú vilja bretskir miðlar verða við, at Chelsea hevur eyguni eftir Liverpool miðvallarinum, Raul Meireles.

 

Liverpool hevur keypt fleiri miðvallara í summar, meðan Chelsea framvegis leitar eftir einum. Chelsea hevur leingi verið sett í samband við Tottenham miðvallarin Luka Modric, men grannarnir úr Tottenham vilja ikki selja kroatiska landsliðsleikararn.

 

Hóast Raul Meireles í fjør var kosin besti leikarin í Liverpool av viðhaldsfólkunum, so er líkt til at Kenny Dalglish ikki fer at satsa upp á miðvallarin úr Portugal. Liverpool hevur keypt Charlie Adam, Jordan Henderson, umframt at Alberto Aquilani er komin aftur eftir at hava verið útleigaður ti Juventus í fjør.

 

Eisini kann nevnast, at Raul Meireles skoraði einsamalla málið, tá Liverpool í fjør vann á Chelsea á Stamford Bridge. Fyrra dystin millum liðini avgjørdi Fernando Torres við tveimum málum. Stutt eftir keypti Chelsea hann.

 

Nýggi Chelsea venjarin, Andre Villas-Boas, hevur eisini fyrr arbeitt saman við Raul Meireles í tíðini sum Porto venjari. Dailymail sigur seg vita, at Liverpool vil hava yvir 100 milliónir krónur fyri mannin, ið teir keyptu í fjør frá Porto.