Fótbóltur
Eftir 2-1 sigurin á Manchester United leygardagin hevur Chelsea skapt spenning til tað seinasta um enska meistaraheitið.
Men hóast liðið ikki hevur tapt nakran dyst í Premier League í ár, so tykist hetta ikki hava fingið aðrar spælarar í Premier League upp frá í gleði.
Soleiðis var eingin spælari hjá Chelsea millum teirra, sum vóru nomineraðir til ársins spælara, og heldur ikki á ársins liði átti Chelsea nakað umboð.
Her var tað Arsenal, sum var best umboðað við fýra spælarum, og teimum á baki kom Manchester United við trimum spælarum. Liverpool hevði tveir spælarar á liðnum, og seinastu plássini fóru Portsmouth og Aston Villa.
Ársins lið í Premier League 2007/2008 sær soleiðis út: David James (Portsmouth), Bacary Sagna (Arsenal), Rio Ferdinand (Man Utd), Nemanja Vidic (Man Utd), Gael Clichy (Arsenal), Steven Gerrard (Liverpool), Cesc Fabregas (Arsenal), Cristiano Ronaldo (Man Utd), Ashley Young (Aston Villa), Emmanuel Adebayor (Arsenal), Fernando Torres (Liverpool).