Longu í 4. minutti stútaði Michael Ballack eina sending frá Frank Lampard í netið. Lampard økti til 2-0 úr stuttari fjarstøðu eftir, at málverjin hjá Olympiakos hevði hálvbjargað einari naskari roynd hjá Ballack. Í 47. minutti negldi Salamon Kalou fyri, tá hann stútaði eitt hornaspark frá Frank Lampard í netið til endaliga úrslitið 3-0. Chelsea stýrdi dystinum frá byrjan til enda, og longu í 2. minutti rakti Joe Cole stongina. Chelsea tørvaði ikki at sveitta nógv fyri at koyra sigurin heim, talan var um veruligan klassamun. Ikki fyrr enn í 82. minutti ressaðist Olympiakos eitt vet, tá Fernando Belluschi rakti yvirleggjaran. Í einum føri hevði Cudicini eina duppultbjarging, annars sat Chelsea á øllum. Men tað var ikki bert talan um gleði fyri Chelsea, tí áðrenn dystarbyrjan var boðað frá, at fasti málverjin Petr Cech hevði fingið skaða. Nú manglar bert, at Liverpool koma óskalaðir frá returdystinum ímóti Inter, tí so verða 4 ensk lið í fjórðingsfinalunum.