Niðurlendinguri Guus Hiddink, sum fyrr í ár hjálpti Chelsea eitt skifti, er framvegis ein populerur maður í felagnum. Hiddink er annars russiskur landsliðsvenjari, men hevur møguleikan at steðga í hesum samstarvi nú. Nú vilja fjølmiðlar verða við, at Chelsea roynir at lokka Hiddink til felagið, og at hann skal hava ein álitissess í felagnum aftanfyri venjaran Carlo Ancelotti.