Sambært Tipsblaðnum er Chelsea til reiðar at bjóða 225 milliónir krónur fyri eitt av størstu talentunum í europeiskum fótbólti, Eden Hazard.
Chelsea vantar styrk, fyri at vinna seg upp aftur á enska og europeiska tindin, og tað eru bæði Andre Villas-Boas og Roman Abramovich greiðir um. Tí jagstrar felagið ungar góðskuleikarar, og ein slíkur finst í Lille.
21 ára gamli Eden Hazard hevur seinastu árini ment seg til eitt av størstu talentunum í Europa, og eftir at hava fylgt leikaranum er Chelsea nú til reiðar at keypa hann til Stamford Bridge.
Tipsbladet hevur tíðindini frá stóra franska dagblaðnum, LEquipe, sum skrivar, at Chelsea ætlar at bjóða 225 milliónir krónur fyri kantspælaran. Lille roynir av øllum alvi at halda upp á spælaran, men kann lættliga verða freistað at selja, um prísurin sníkir seg upp á 300 milliónir.
Sjálvur roknar Hazard við at skifta felag í summar, men tað kann so væl henda nú í januar.
Chelsea er tó ikki einasta felag, ið er áhugað í spælaranum, tí eisini Arsenal, Bayern München, Inter, Juventus, Barcelona og Real Madrid, hava ligið fram við, men í løtuni er Chelsea favorittur at fáa undirskriftina.










