Chelsea tapti

Manchester City er nú favorittur at verða meistari

Tað gekk ikki soleiðis hjá favorittunum í Chelsea, sum tað varð roknað við, tá ið teir leygarkvøldið vóru í Birmingham á vitjan hjá Aston Villa. Heimaliðið vann 1-0, og tað var Fabian Delph, sum átta minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.

Chelsea misti Willian miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð, og í yvirtíðini sá Ramires beinleiðis reytt kort fyri ófantaligt fríspark. Harvið vóru favorittarnir bara níggju menn fram síðstu sekundini, og í somu støðu varð  José Mourinho burturvístur.

Hóast Manchester City var undirmannað í 80 minuttir, so eydnaðist tað at vinna 2-0 á útivølli ímóti Hull City. Vincent Kompany varð rikin av vøllinum eftir at hava nýtt neyðbremsuna, men kortini vunnu teir ljósa bláu. David Silva skoraði beinanvegin eftir útvísingina, og seytjan minuttir undan leikloki, og eftir at Hull City leingi hevði pressað, var tað David Silva, sum staðfesti 2-0 sigurin, ið bar við sær, at Manchester City er á øðrum plássi.

Við 2-1 heimasigri á Cardiff lyfti Everton seg nærri Tottenham og fimta plássinum.

Aston Villa-Chelsea 1-0

Sunderland-Crystal Palace 0-0

Everton-Cardiff 2-1

Fulham-Newcastle 1-0

Southampton-Norwich 4-2

Stoke-West Ham 3-1

Swansea-WBA 1-2

 

Sunnudagin eru tveir dystir

Manchester United-Liverpool kl. 13.30

Tottenham-Arsenal klokkan 16.00