Chelsea tók seinasta stykkið

Premier League: Thomas Tuchel vann fyrstu royndina móti José Mourinho

Seinasti dysturin í 22. umfari í Premier League hevur verið í kvøld. Chelsea vann 1-0 á útivølli Tottenham í eini av stóru London-uppgerðunum.

Heimaliðið er framvegis uttan liðskiparin og stjørnuspælaran Harry Kane. Tað kom til sjóndar í dystinum, tí José Mourinho og hansara menn komu til lítið og einki í framrættaða spælinum.

Tað gjørdi Chelsea, sum hevur verið undir nýggjari leiðslu seinastu tríggjar dystirnar. Thomas Tuchel hevði sett sínar menn væl upp til dystin í kvøld, men tað skuldi eitt heldur býtt brotsspark til, áðrenn Chelsea koma á odda.

Eric Dier endaði á bakpartinum í brotsteiginum og rendi fótin eftir bóltinum, men endaði við at sparka Timo Werner umkoll. Jorginho hevur gjørt eina yrkisleið burturúr at spæla stuttar avleveringar á miðjuni, og hoppa áðrenn hann skorar upp á brotsspark, men hesa ferð sendi han ferð á og langaði bóltin í málið.

Chelsea var leikliga omaná, men Tottenham fekk ein góðan málmøguleika móti endanum, tá Vinicius fekk høvdið á eitt innlegg, men bólturin fór framvið. Chelsea er nú á 6. plássi við 36 stigum, meðan Tottenham verður standandi á 8. plássi við 33 stigum.

1Man City21145239:1347
2Man Utd22135446:2744
3Leicester22133639:2542
4Liverpool22117443:2540
5West Ham22115634:2838
6Chelsea22106636:2336
7Everton20113631:2536
8Tottenham2196634:2233
9Aston Villa20102835:2432
10Arsenal2294927:2231
11Leeds21921036:3829
12Southampton2185827:3429
13Crystal Palace2285927:3729
14Wolves22751023:3126
15Brighton2259824:2924
16Newcastle22641222:3622
17Burnley21641113:2822
18Fulham21281117:3114
19WBA22261418:5212
20Sheffield Utd22321714:3511