Stórdysturin millum FC Keypmannahavn og Chelsea verður í annaðkvøld, og á miðdegi í dag lendu Lampard, Drogba, Torres og allar hinar Chelsea-stjørnurnar í Kastrup. Tað verður eitt brak av einum dysti, tá FC Keypmannahavn í annaðkvøææld tekur ímóti Chelsea í Champions League áttandapartsfinaluni.
Og hagtølini hjá donsku meistarunum eru ikki tey vánaligastu. FC Keypmannahavn hevur spælt seks Champions League dystir í Parkini og ongan tapt. Tríggir sigrar og tríggir javnleikir er úrslitið.
Teir hava møtt so sterkum mótstøðuliðum sum Barcelona og Manchester United, og meðan teir fingu javnleik móti fyrrnevnda, sum vunnu teir 1-0 á Manchester United.
So talan verður avgjørt ikki um eitt »walk-over« hjá Chelsea. Og formurin er heldur ikki hin besti hjá ensku meistarunum. So spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í annaðkvøld.