Chelsea stevnir ímóti The Double

Hóast vónbrotið í Champions League hevur Chelsea framvegis møguleika at ogna sær tvey steyp í hesum kappingarárinum. Í fjør vann Mourinho bæði landskappingina og Carling Cup, ið er tann lítla steypakappingin, og í ár er liðið væl ávegis at vinna landskappingina og FA Cup

Enskur fótbóltur

Við sigrinum á Newcastle í fjórðingsfinaluni í FA Cup mikukvøldið og enn einum sigri í landskappingini leygardagin nærkast Chelsea tí sermerktu greipuni í enskum fótbólti. Chelsea hevur so at siga tryggjað sær meistaraheitið, og eftir er so at fáa steypakappingina til høldar.
Chelsea vann eisini tvær kappingar í fjør, men ta ferðina var tað tann minna steypakappingin Carling Cup, ið endaði á Stamford Bridge. Í ár er tað hinvegin FA Cup, ið hevur munandi meira prestisju enn Carling Cup.

Chelsea og Liverpool
Lutakastið til FA Cup lagaði tað soleiðis, at Liverpool og Chelsea enn einaferð skulu møtast. Hetta verður tíggjunda ferðin, at júst hesi bæði liðini møtast seinastu tvey kappingarárini - fimm ferðir hvørt kappingarár.
Í fjør møttust liðini tvær ferðir í semifinaluni í Champions League umframt í finaluni í Carling Cup og í landskappingini. Í ár hava liðini spælt tveir dystir í bólkaspælinum í Champions League umframt teir vanligu landskappingardystirnar. Og nú skulu tey bæði liðini so eisini leika semifinaluna í FA Cup.
Eingin ivi er um, at Chelsea er favorittur at basa Liverpool, ið er "the underdog". Chelsea hevur vunnið teir seinastu fýra landskappingardystirnar, og í ár hava sigrarnir á Liverpool verið serliga sannførandi. Á Anfield Road vann Chelsea heili 4-1, og á Stamford Bridge gjørdist úrslitið 2-0. Í bólkaspælinum í Champions League endaðu báðir dystirnir við málleysum javnleiki.
Bæði liðini hava tó kanska nakað at hevna. Liverpool vann nevniliga á Chelsea í semifinaluni í Champions League í fjør, og tað hóvaði avgjørt ikki Mourinho. Hinvegin vann Chelsea finaluna í Carling Cup á Millennium Stadium í Cardiff.
Eingin ivi er um, at júst hesin dysturin hevur ómetaliga stóran týdning fyri bæði feløgini. Tó er hetta tann einasti møguleikin hjá Liverpool at vinna eitt steyp í ár, og tí er stórt trýst á teimum reyðu av Merseyside. Skal Chelsea hinvegin prógva seg sum eitt veruligt stórlið er neyðugt at hava vunnið The Double minst einaferð í søguni.
Semifinalurnar í FA Cup verða leiktar 22. og 23. apríl. Í hinari semifinaluni skal West Ham møta antin Charlton ella Middlesbrough.

Liverpool sigraði í grannauppgerð
Tann stóri dysturin hetta vikuskiftið var annars á Anfield Road millum Liverpool og Everton, og tað gjørdist ein hádramatiskur dystur millum arvafíggindarnar.
Longu tá tjúgu minuttir vórðu leiktir, hevði Steven Gerrard savnað sær tvey gul kort, og tí mátti hann takka fyri seg. Hetta var serstakliga býttisligt at tí domierandi miðvallaranum.
Everton megnaði tó ikki at seta seg á dystin, og beint fyri steðgin beindi Phil Neville bóltin í egið mál. Tveir minuttir inn í seinna hálvleik var aftur galið hjá Everton, tá Luis Garcia gjørdist leysur og hegnisliga lyfti bóltin uppum málverjan.
Everton minkaði tó um munin, tá hálvur tími var eftir. Tim Cahill var hægstur eftir hornaspark, og hann skallaði í netið. Lítla løtu seinni fekk Andy van der Meyde beinleiðis reytt kort eftir ein nærdyst við Alonso, og so vóru tíggju mans á hvørjum liði. Liverpool økti eisini um munin eftir hetta, tá Harry Kewell langaði bóltin í kassan við einum vøkrum langskoti.

United heldur fast um annaðplássið
Hóast Liverpool eina løtu fór framum Manchester United á stigatalvuni, so fór United framum aftur sunnudagin, tá teir lættliga vunnu á Birmingham á heimavølli.
Longu í triðja minutti kom United framum við einum sjálvmáli frá málverjanum Maik Taylor. Ryan Giggs økti eftir eitt korter, og Wayne Rooney skoraði til 3-0 móti endanum. Líkt er til, at United fer at halda fast um annað plássið og sleppur harvið beinleiðis við í Champions League. United hevur harumframt tveir dystir til góðar samanborið við Liverpool.
Eingin ivi var tó um oddaliðið, ið vann ein tryggan 2-0 sigur á Manchester City á heimavølli. Dider Drogba skoraði bæði málini innanfyri tríggjar minuttir í fyrra hálvleiki, og tað var nóg mikið hjá Chelsea.