Chelsea stevnir beina leið ímóti gullinum

Lítil ivi er um, at London felagið Chelsea fer at vinna Premier League. Nú átta dystir eru eftir at leika, er Chelsea ellivu stig frammanfyri næstfremsta liðið, og tað klára hvørki Manchester United ella Arsenal at vinna innaftur. Spenningur er tó um Champions League pláss, har Liverpool og Everton kempa um tað fjórða plássið

Enskur fótbóltur

Nú enska landskappingin er farin at líða móti endanum, hevur Chelsea so at siga tryggjað sær sigurin, ið er fyrsta meistaraheiti felagsins síðan 1955. Lopið uppá ellivu stig fara væl leikandi stjørnurnar í Chelsea neyvan at spæla sær av við. Alt annað hevði verið ein skandala fyri felagið, nú russisku olju-milliónirnar hjá Roman Abramovic av álvara eru farnar at bera ávøkst.
Tó er bert tann lítla steypakappingin komin í hús, og Mourinho fer at leggja sínum leikarum eina við ikki at missa fótafestið nú móti endanum. Men tað væntar eingin, heldur ikki ein sera optimistiskur United fan.

Status quo í oddinum
Í hesum umfarinum vóru fá óvæntað úrslit at síggja. Øll trý oddaliðini vunnu á munandi veikari mótstøðuliðum, og tí er status quo í oddinum.
Chelsea hevði vitjan av niðurflytingar-kandidatunum úr Crystal Palace, sum enn hevur alt at stríðast fyri í botninum. Uppflytararnir og grannarnir hjá Chelsea góvu biðlunum til meistaraheitið harða mótstøðu, og tað var ikki fyrr enn seinni hálvleikur var hálvrunnin, at Chelsea endiliga fekk buktina og báðar endarnar.
Frank Lampard, ið er eitt upplagt evni til ársins leikara í Onglandi, legði heimaliðið framum. Men gestirnir svaraðu aftur stutt fyri steðgin, tá finnin Aki Rihilaati heldur óvæntað fekk javnað.
Chelsea tók sær tó um reiggj eftir steðgin. Fyrst syrgdi avloysarin hjá Arjen Robben Joe Cole fyri 2-1 málinum, og áleyparin Mateja Kezman beindi allan iva til viks, tá hann skeyt tvey mál móti endanum. Kezman fekk bert eitt lítið korter á vøllinum, so hann gav venjaranum ein trupulleika til komandi dyst. Serbin hevur havt trupulleikar við at skjóta mál í nýggja felagnum, men nú bendir okkurt á, at hann er við at spæla seg til rættis í álopinum hjá teimum bláu.
Áhugavert var eisini at síggja, at Arjen Robben fekk eini tjúgu minuttir á vøllinum. Tað var ein dyggur smeitur hjá Chelsea, tá hann fekk ein skaða í fótin fyrr í ár, og eygleiðarar mettu, at hetta kundi destabilisera ta annars væl smurda maskinaríið hjá Mourinho.
Robben hevur verið ein av teimum heilt sentralu leikarunum hjá Chelsea í ár og hevur til tíðir víst stórspæl, tá hann hevur verið arkitektur aftanfyri fleiri perlur hjá oddaliðnum. Chelsea gjørdi sanniliga ein góðan handil, tá teir tryggjaðu sær bert 21 ára gamla Robben frá PSV Eindhoven fyri bert 12 milliónir pund seinasta summar.

United enn á øðrum plássi
Manchester United heldur enn fast um annaðplássið, og við sigrinum á Fulham varðveita teir tvey stig niður til argastu fíggindarnar í Arsenal. Christiano Ronaldo skoraði einasta málið í einum dysti, har United var um at missa á stokkinum. Fulham bardi seg innaftur í dystin í seinna hálvleiki, og bæði Lee Clark og fyrrverandi United-áleyparin Andy Cole høvdu sera naskar royndir.
United hevur nú ikki tapt í nítjan Premier League dystum, men so løgið tað ljóðar eru framvegis heili ellivu stig upp til oddaliðið. Hetta gevur eisini eina góða mynd av, hvussu illa tað gekst í hond teir fyrstu dystirnar.
Arsenal var á vitjan hjá Blackburn, ið berjist fyri framhaldandi luttøku í fremsu deildini. Unga talentið Robin van Persie fekk einasta málið í dystinum.
Arsene Wenger hevur gjørt greitt, at teirra mál er nú at enda á øðrum plássi frammanfyri United og at vinna FA-Cup, har teir møta júst Blackburn í hálvfinaluni. Við hesum sigrinum hava teir framvegis menn Fergusons í eygsjón. Tað er eisini ein fyrimunur at enda á øðrum plássi, tí tá sleppur liðið undan at spæla kvalifikatiónsdystir til bólkaspælið í Champions League. Hesir kvalifikatiónsdystir kunnu mangan hava eina órógvandi ávirkan á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár.
Hetta hevur annars verið eitt miseydnað kappingarár hjá báðum risunum í enskum fótbólti, Manchester United og Arsenal, ið hava havt einkarætt uppá meistaraheitið síðstu tíggju árini. Tað einasta tey bæði feløgini nú berjast fyri er annaðplássið og FA-Cup, og hetta er heilt einfalt ikki nóg gott hjá so sigursvandum feløgum. Eingin ivi er um, at Ferguson og Wenger longu nú eru farnir at leggja eina strategi fyri komandi kappingarár, um hvussu teir kunnu basa nýggja maktfaktorinum í enskum fótbólti.

Liverpool eltir Champions League
Sunnudagin var ein tann mest áhugaverdi dysturin hetta vikuskiftið, og tað var á Anfield, at Liverpool og Everton brustu saman í eini lokaluppgerð.
Tað óvanliga við hesum dystinum er, at Everton liggur frammanfyri arvafíggindarnar Liverpool. Men Liverpool vann ein uppibornan 2-1 sigur, og nú eru bert fýra stig á muni. Okkurt bendir á, at Everton hevur fingið gummibein, nú kappingin er farin at halla.
Liverpool legði út sum eitt ódnarveður, og støðan var 2-1 í hálvleikinum við málum frá Gerrard og Luis Garcia. Móti endanum av dystinum misti Milan Baros høvdið og varð sendur av vøllinum fyri eina grova takkling. Baros hevði annars havt tveir gyltar møguleikar at leggja heimaliðið framum 3-0, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin minkaði Tim Cahill um munin til 2-1, tá tíggju minuttir vóru eftir at leika, men Liverpool megnaði at halda fast. Hetta hevur við sær, at dysturin um tað fjórða og seinasta Champions League plássið, ið hevur sera stóran týdning fyri pengakistilin og framtíðar menning hjá einum felag, er farin at harðna.
Spurningurin er, um dygdargóða arbeiðið hjá Everton-venjaranum Dave Moyes at venda eini søkkandi skútu er nóg mikið at vinna ein ferðaseðil til tað lovaða landið, ið hevði havt kolossalt stóran týdning fyri Everton, ið ongantíð áður hevur roynt seg í harðastu kapping í heiminum.
Ein onnur lokaluppgerð var eisini hetta vikuskiftið, og tað var í Birmingham, har Aston Villa var gestur hjá Birmingham. Danski málverjin Thomas Sørensen hevði ein óhepnan høvuðsleiklut, tá hann við veikum málmansspæli lat Heskey skora fyrra málið. Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til Birmingham, ið hevur sera gott tak á Aston Villa í innanhýsis dystunum.

Southampton komið fyri seg
Tey, ið hava fylgt við enskum fótbólti seinastu árini, hava vant seg við, at Southampton hoyrir heima í bestu deildini. Hóast tað mangan hevur riðið um snarið hjá felagnum á suðurstrond Onglands, so hevur felagið hvørja ferð lívbjargað sær.
Fyri stuttum fekk felagið nýggjan venjara, sum er Harry Redknapp, ið kom frá grannunum úr Portsmouth, har hann hevði góð úrslit. Har hevði hann ein sterkan pengamann, serban Milan Mandaric, aftanfyri seg. Men hesir báðir spældu óklárir, og so fór Redknapp víðari.
Hetta umfarið vann Southampton heldur óvæntað 3-1 á útivølli ímóti Middlesbrough, ið óivað hevði UEFA-Cup dystin frá hósdegnum sitandi í beinunum.
Sviin Andreas Jakobsson legði Southampton framum, men Hasselbaink javnaði aftur fyri steðgin. Síðani gjørdi Peter Crouch bart miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá hann innanfyri sjey minuttir skoraði tvey mál og tryggjaði Southampton trý sera kærkomin stig. Sigurin hevði við sær, at Southampton fyri fyrstu ferð í langa tíð er at finna omanfyri ta ófrættakendu niðurflytingarstrikuna.