Chelsea spilti seg burtur

Tað endaði 1-1 ímóti WBA, og harvið tók toppliðið tók ikki av møguleikanum at styrkja um leiðsluna

Chelsea hevði í kvøld møguleikan at styrkja um leiðsluna og harvið at leggja trýst á kappingarneytarnar, sum skulu spæla í annaðkvøld. Men Chelsea tók ikki av. Úrslitið á útivølli ímóti botnliðnum WBA var 1-1.

Chelsea var frá fyrsta bríksli leikliga omaná, og hjá WBA snúði tað seg mest um at verja. Dygst undan steðginum setti verjuspælarin Branislav Ivanovic eftir horna hol á fyri Chelsea.

Heimaliðið var meiri álopssinnað í 2. hálvleiki, og tað bar við sær, at vandamiklu framrættaðu spælararnir hjá Chelsea høvdu pláss at spæla seg til møguleikar. Kortini eydnaðist tað ikki Chelsea at økja um leiðsluna, og sum tíðin leið, tevjaði heimaliðið møguleikan at skora mál og harvið at vinna stig.

Tað gekk illa hjá WBA at spæla seg til upplagdar møguleikar,  men fimm minuttir undan dystarenda eydnaðist tað at javna. Victor Anichebe sendi við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Petr Chech eftir innlegg úr høgru. Og í síðstu løtu var um reppið, at WBA skoraði eina ferð aftrat.

Í morgin skulu Arsenal og Manchester City í eldin, og tá hava hesi bæði liðini møguleikan at fara framum Chelsea.

 

Í kvøld

Hull-Southampton 0-1

Cardiff-Aston Villa 0-0

West Ham-Norwich 2-0

WBA-Chelsea 1-1