Chelsea spælari langt fremst

Her ber til at síggja topp 10 listan fyri flestar eydnaðar dribblingar í Premier League higartil í ár

Tað eru ikki tey tøl, sum verða kannaði í altjóða fótbólti í dag. Alt frá flestar avleveringar til flestar dribblingar. Goal.com hevur kunngjørt ein lista yvir teir spælararnar, sum hava gjørt flestar dribblingar, sum eru eydnaðar.

 

Fótbóltspanelið viðgerð Premier League á Rás2 í dag millum klokkan 15 og 16

 

Klárt á fyrsta plássið er Chelsea vongurin, Eden Hazard. Hann hevur 36 ferðir av 54 royndum megnað at framt eina dribbling, sum er eydnað. Honum á baki koma Erik Lamela úr Tottenham við 21 og Raheem Sterling úr Liverpool við 20.

 

Einsta liðið, sum hevur fleiri enn eitt umboð á topp 10 listanum er Arsenal. Teir hava ikki færri enn fýra spælarar á listanum. Teir eru Mesut Ozil(5), Jack Wilshere(6), Santi Carzola(7) og Alexis Sanchez(10.)

 

Her er topp síggju listin:

1.     Eden Hazard (Chelsea) 36

2.     Erik Lamela (Tottenham) 21

3.     Raheem Sterling (Liverpool) 20

4.     Fabian Delph (Aston Villa) 18

5.     Mesut Ozil (Arsenal) 17

6.     Jack Wilshere (Arsenal) 17

7.     Santi Carzola (Arsenal)15

8.     Sergio Aguero (Manchester City) 14

9.     Connor Wickham (Sunderland) 14

10.   Alexis Sanchez (Arsenal) 14