Chelsea spælarar fóru til hendurs

Oscar og Diego Costa fóru til hendurs undir venjing fyrrapartin í dag.

Meistaraliðið í Premier League, Chelsea hevur nóg mikið av trupuleikum á vøllinum, og nú byrja eisini trupuleikar ti venjingarnar hjá Chelsea. 

 

Nú hevur verið rok til venjingina hjá Chelsea, har brasiliumennirnir, Oscar og Diego Costa fóru til hendur. Diego Costa er spanskur ríkisborgari, men er brasiliumaður av uppruna. 

 

Undir venjingini í morgun framdi Oscar eina ógvusliga takkling ímóti Diego Costa, sum bleiv í øðini um hetta. Teir deildu út gleps eftir hvørjum øðrum, og fóru til hendurs, men tað eydnaðist teimum skelkaðu liðfeløgunum at skilja teir at, so skaði ikki stóðst av hendingini.

 

Ein kelda hjá bretska blaðnum "The Telegraph" sigur, at takklingin hjá Oscar var púrasta óforsvarlig. Keldan sigur við blaðið, at takklingin kundi veruliga elvt til ein álvarsaman skaða hjá Diego Costa.

 

Høvuðsvenjarin hjá Chelsea, Guus Hiddink hevur valt ikki at revsa nakran í samband við tilburðin.