Chelsea-spælarar á toppinum

Sum vant fer blaðið France Football aftur í ár at heiðra tí spælaranum, sum verður mettur sum tann besti í Europa. Hetta verður gjørt við atkvøðugreiðslu hjá miðlum kring alt Europa, og nú er listin við teimum 50 kandidatunum almannagunngjørdur.
Og er tað ein felagsnevnari, sum gongur aftur á listanum, so er tað Chelsea. Felaigð hevur ikki færri enn níggju spælarar á listanum. Nevnliga Arjen Robben, Andrei Shevchenko, Michael Ballack, Claude Makelele, Didier Drogba, Michael Esien, Joe Cole, Frank Lampard og John Terry. Liðið, sum hevur næst flestar spælarar á listanum, er Barcelona. Teir hava átta nøvn á listanum – teirra millum Ronaldinho, sum í fjør vann gylta bóltin.