Chelsea-spælarar purraðir út

Klokkan var ikki meira enn 7 sunnumorgunin, tá ið spælararnir hjá Chelsea, sum búðu á gistingarhúsi í Manchester, vórðu purraðir út. Orsøkin var, at ein brandalarmur fór í gongd, og so máttu allir gestirnir av hotellinum. Chelsea-spælararnir máttu bíða í 50 minuttir, áðrenn teir sluppu inn á gistingarhúsið aftur – ikki júst besta fyrireikingin til toppdystin ímóti Manchester United.