Chelsea snávaði – Suarez tryggjaði Liverpool sigur

Púra óvæntað eydnaðist tað botnliðnum í Premier League, Queens Park Rangers at vinna á Chelsea á Stamford Bridge. Luis Suarez skoraði tvær ferðir fyri Liverpool, meðan Everton vann á Ba-leysum Newcastle liði.

 

Chelsea var stórfavorittur at vinna á QPR, sum undan dystinum bara hevði vunnið ein dyst hetta kappingarárið. Chelsea hevði eisini alt spælið og nógvar málmøguleikar, meðan ongantíð eydnaðist at fáa bóltin í málið.

 

Góðar tíggju minuttir fyri tíð kom avgerandi málið, tá Shaun Wright-Phillips smekkaði til uttan fyri brotsteigin eftir hornaspark. Chelsea royndi at trýsta seinastu løtuna, men QPR helt fast leiðsluna og vann.

 

Liverpool vann 3-0 á Sunderland á Anfield. Luis Suarez var stóri spælarin hjá Liverpool. Hann legði upp til fyrsta málið, sum ungi Raheem Sterling skoraði, og skoraði sjálvur hini bæði málini. Liverpool var omaná allan dystin.

 

Demba Ba var ikki í hópinum hjá Newcastle, men at byrja við, so sá heldur ikki tú til, at Newcastle fór at sakna hann. Tí bara tveir minuttir inn í dystin skoraði landsmaðurin, Papiss Cisse, til 1-0.

 

Leighton Bains javnaði við dundurfrísparki , áðrenn Victor Anichebe skoraði avgerandi málið til 2-1.

 

Premier League:

 

Liverpool – Sunderland 3-0

Chelsea – QPR 0-1

Newcastle – Everton 1-2