Enska meistaraliðið megnaði tó ikki at hála sigurin í land, tá teir vitjaðu hjá Aston Villa. Sjálvt um Chelsea var væl betra liðið, so endaði dysturin við javnleiki 0-0. Arsenal var eisini á vøllinum í gjár, tá teir møttu botnliðnum Charlton. Úrslitið gjørdist ein tryggur 4-0 sigur til Arsenal. Fyrst skoraði Henry við brotssparkið, áðrenn Justin Hoyte økti til 2-0 fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki skoraði Arsenal tvær ferðir afturat, og í báðum førum var tað hollendingurin, Robin van Persie, sum hevði síðsta fót á bóltinum.