Chelsea misnýtti møguleikan at hála seg inn á Manchester United, tá ið teir í dag fóru á vitjan hjá Newcastle. Newcastle hevði ikki vunnið í 7 dystir á rað, tískil var Chelsea greiður favorittur.
Chelsea megnaði tó ikki at fáa bóltin í málið. Tað gjørdi Newcastle hinvegin heldur ikki, og tískil deildu liðini stigini. Newcastle hevði tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki sat Chelsea á mesta spælinum. Inn fingu teir tó bóltin ikki.
Við eina stiginum er Chelsea trý stig aftanfyri Manchester United á fyrsta plássi, nú tríggir dystir eru eftir at leika.









