Chelsea snávaði

Í gjárkvøldið skuldi Chelsea spæla hálvfinalu í lítlu ensku steypakappingini, Liga Cup.

Her møttu teir Wycombe Wanderers frá fjórðubestu ensku deildini, og undan dystinum var ikki væntað, at Chelsea fór at fáa stórvegis trupulleikar við mótstøðuliðnum. Chelsea megnaði tó ikki at vinna dystin. Teir løgdu seg annars eftir ætlan á odda við fyrsta málinum hjá Wayne Bridge hetta kappingarárið, men enska meistaraliðið kláraði ikki at varðveita leiðsluna. Eitt korter fri tíð javnaði Jermaine Easter, og 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið.