Chelsea setti nýtt met

Við teimum fýra sigrunum í strævnu dystarskránni kring høgtíðina, hevur Chelsea sett nýtt enskt met.
Teir fýra sigrarnir bera nevnliga við sær, at Chelsea hevur 58 stig eftir fyrstu 21 dystirnar, og hetta er tað mesta, sum nakað enskt felag hevur vunnið sær eftir somikið stuttari tíð.
Metið higartil setti Tottenham annars afturi í 1960, tá teir (umroknað til 3-stigaskipan) vunnu sær 56 stig fyrstu 21 dystirnar.
Top-10 listin fyri fyrstu 21 dystirnar sær annars soleiðis út í Onglandi.
Felagárstig
Chelsea2005/0658
Tottenham1960/6156
Preston NE1888/8955
Manchester Utd.1907/08 53
Liverpool1987/8853
Sunderland1892/9352
Manchester Utd.1993/9452
Chelsea2004/0552
Sunderland1891/9251
Everton1969/7051
Leeds Utd.1973/7451