Chelsea og Manchester City møtast í áttandapartsfinalunum í FA Cup kappingini, og Manchester City hevur aftur fingið eitt heppið lutakast, har teir møta einum liði úr einari lægri deild.
Enska fótbóltssambandið hevur trekt lut í dag um hvørji lið møtast í áttandapartsfinalunum, sum er 5. umfari í FA Cup kappingini.
Lutakastið sær soleiðis út :
Chelsea - Manchester City
Reading - West Bromwich Albion ella Peterborough
Watford - Leeds
Shrewsbury - Manchester United
Blackburn - Liverpool ella West Ham
Tottenham - Crystal Palace
Arsenal - Hull
Bournemouth - Everton
5. umfar verður avgreitt vikuskiftið 19., 20. og 21. februar.