Chelsea og Arsenal hava havt 16 spælarar við til HM-endaspælið í Týsklandi, og tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at spælarar hjá hesum báðum feløgum hava skotið flest mál í kappingini. Spælarar, sum dagliga umboða Arsenal og Chelsea, hava skotið 16 mál 8 mál til spælarar úr hvørjum felagi. Hóast Arsenal og Chelsea bæði eru ensk feløg, so er tað bert ein enskur spælari, ið umboðar hesi feløg, sum hevur skotið mál í HM. Tað var Joe Cole.