Tveir teir fyrstu dystirnir í fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League hava verið í dag. Chelsea vann 1-0 á Malmø í bólki F, og Wolfsburg setti lív í bólk G við at vinna 2-1 á FC Salzburg.
Malmø FF fekk fína vitjan í dag, tá verandi meistararnir úr Chelsea komu á vitjan. Tað var eisini Chelsea, sum var greitt omaná, men tað bleiv bara til 1-0. Málið skoraði Hakim Ziyech tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.
Í Týsklandi vann Wolfsburg 2-1 FC Salzburg. Gestirnir úr Eysturríki høvdu sjey stig undan uppgerðini, og tí var av stórum týdningi fyri Wolfsburg, sum hevði tvey stig, at vinna.
Ridle Baku legði vertirnar á odda longu aftaná tríggjar minuttir. Aftaná ein hálvan tíma javnaði Maximilian Woeber. Tá ein tími var spældur skoraði Lukas Nmecha avgerandi málið, sum hevur sett eld í bólk G.











