Chelsea má spara

Eisini Roman Abramovich er raktur av altjóða fíggjarkreppuni, og tí situr lokið ikki eins leyst í Chelsea, sum tað hevur gjørt. Hetta sigur Frank Arnesen, sum er leiðari av ungdómsdeildini hjá Chelsea, og sum í nógvar mátar verður roknaður sum tann, ið stendur Abramovich næst í Chelsea. - Vit hava skert raksturin munandi innan skóting og innan onnur øki við. Hinvegin nærkast vit alsamt løtuni, tá Chelsea kann standa á egnum beinum, sigur Frank Arnesen við enskar miðlar.

Higartil hevur russiski Roman Abramovich brúkt hundraðtals milliónir pund í strembanini eftir at gera Chelsea til heimsins mætast fótbóltsfelag.