Crystal Palace, sum í fjør hevði eitt heilt hampuligt kappingarár í Premier League, hevur í summar styrkt sær væl um álopspartin til komandi kappingarár í Premier League.
Júst álopsparturin var stóri trupulleikin í fjør, har liðið í flestu førunum hevði stórar trupulleikar við at hava ein støðugan álopsleikara.
Fyrr í summar keypti Crystal Palace belgiska áleyparan, Christian Benteke úr Liverpool, og í dag hevur Crystal Palace aftur styrkt sær um álopspartin.
Teir hava nevniliga leiga franska áleyparan, Loic Remy, úr Chelsea, har hann hevur fingið lítla spælitíð seinastu tvey kappingarárini.
Leiguavtalan fyri 29 ára gamla franska áleyparan er galdandi fyri alt komandi kappingarár.