Chelsea leigar Maniche

Ensku meistararnir úr Chelsea hava styrkt liðið við portugisiska miðvallarleikaranum Maniche, ið Chelsea hevur lánt úr Dynamo Moskva, tað sum er eftir av kappingarárinum, hetta skriva heimasíðan hjá felagnum.
Maniche er læntur sum avloysari fyri Michael Essien, ið er skaddur í løtuni. Maniche eitur í veruleikanum Nuno Ricardo Oliveira Ribeiro, og hevur áður spælt undir Chelsea venjaran José Mourinho í Benfica og Porto.
Í Porto var sterki miðvallarin ein av stuðulsspælarunum á liðnum, ið vann tvey portugisisk meistaraheiti, steypafinaluna, UEFA Cup og Champions League. Hann hevur harumframt verið ein týdningarmikil spælari á portugisiska landsliðnum, síðan hann spældi fyrsta dystin í 2003.
Maniche fall ongantíð til í Dynamo Moskva, aftan á at hann í summar var keyptur úr Porto, sum dýrasti leikari nakrantíð í russiskum fótbólti fyri 16 milliónir Evrir.