Chelsea, sum í fjør vann Premier League, er eitt fullkomiliga hamskift lið í 15/16-útgávuni av Premier League. Undan dystinum ímóti Stoke í dag hevði Chelsea tapt seks av 11 dystum, og í dag varð sjeyndi dysturin eisini taptur.
Sjeynda liðið, ið hevur vunnið ímóti Chelsea í Premier League í ár, gjørdist Stoke. Dysturin varð leiktur á Britannia Stadium. Sermerkt var, at ongin José Mourinho var á bonkinum hjá Chelsea. Orsøkin var, at Mourinho fekk leikbann orsakað av einum tilburði í útidystinum ímóti West Ham fyri tveimum vikum síðani, har hann í hálvleikssteðginum fór í umklæðingarrúmið hjá dómaranum at gremja seg um nakrar dømingar í tí dystinum. Tónalagið hjá Mourinho var somikið hart, at hann varð vístur út á áskoðaralplássini at sita restina av dystinum.
Hóast Chelsea aftur tapti í dag, so var leikliga avrikið hjá bláa London-felagnum heilt gott. Chelsea spældi seg til eina rættiliga fitta rúgvu av málmøguleikum, men frammanfyri málinum vóru Hazard og co. ov óneyvir. Tað eru málini, sum telja, og á tí økinum var Marko Arnautovic eirindaleysur, tá ið hann hálvgum saksaði bóltin í mál eftir 54 minuttir. Hetta málið gjørdist einasta málið í dystinum, og vann Stoke harvið 1-0 ímóti Chelsea.
Chelsea tapti tríggjar av 38 dystum í Premier League í fjør. So er spurningurin, hvussu nógvar dystir teir fara at tapa afturat í hesum kappingarárinum.
Úrslitini úr dagsins dystum í Premier League kunnu síggjast niðanfyri:
Bournemouth-Newcastle 0-1
Leicester-Watford 2-1
Manchester United-West Bromwich 2-0
Norwich-Swansea 1-0
Sunderland-Southampton 0-1
West Ham-Everton 1-1
Stoke-Chelsea 1-0