Chelsea kiksaði í grannauppgerð

Hóast nógvar møguleikar fekk Chelsea ikki bilbukt við West Ham, sum rakk málleysum javnleiki

Ofta verður tikið til, at grannauppgerðirnar í London eru dýrar hjá favorittunum. Soleiðis var tað í kvøld, tá ið stórfavorittarnir í Chelsea heima á Stamford Bridge høvdu vitjan av West Ham, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingarhóttanini.

Serliga síðstu løtuna var trýstið á West Ham málið øgiligt, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á. Í síðsta álopinum royndi veteranurin Frank Lampard eftir innlegg úr vinstru seg úr góðari støðu mitt fyri málinum, men málverjin bjargaði meistarliga.

0-0 úrslitið ber við sær, at Chelsea er á triðja plássi við 50 stigum – trý aftanfyri Manchester City og tvey aftanfyri Arsenal. West Ham er framvegis niðanfyri strikuna.

Í Birmingham var eisini grannauppgerð, og har vórðu skorað sjey mál, tá ið Aston Villa vann 4-3 á West Bromwich Albion, sum beinanvegin legði seg framum 2-0. Eftir 1. hálvleik var støðan 3-3. Sigursmálið skoraði Christian Benteke miðskeiðis í 2. hálvleiki.

Sunderland hevur leingi verið niðanfyri strikuna. Í kvøld lyfti liðið seg við 1-0 heimasigri á Stoke upp um West Ham.