Chelsea keypt Remy

Beint sum Torres hevði gjørt tvey ára leigusáttmála við Milan, hevurt Chelsea keypt Loic Remy.

Beint sum Torres hevði gjørt tvey ára leigusáttmála við Milan, hevurt Chelsea keypt Loic Remy.

 

Nú Torres er farin til AC Milan, var brúk fyri einum nýggjum áleypara, og eftir at tað hevur ljóðað, at tann áleyparin skuldi verða Matti Destro frá Roma, hevur Chelsea nú keypt Loic Remy.

 

Destro var mettur at kosta 180 milliónir krónur, men Chelsea fekk Remy til helvtar prís.

 

Tað ljóðaði annars á Mourinho, at hann longu hevði keypt teir leikarar, hann hevði brúk fyri, men so var altso ikki.

 

Loic Remy er franskmaður, og hevur skrivað undir ein fýra ára sáttmála við Chelsea.