Chelsea keypt Moisés Caicedo fyri eina milliard

Premier League: Chelsea vann kapprenningina við Liverpool og hevur keypt Moisés Caicedo

Mynd: (Chelsea FC)

21 ára gamli Moisés Caicedo er dýrasti spælari í bretsku fótbóltssøguni. Chelsea hevur keypt miðvallaran frá Brighton fyri eina milliard krónur.

 

Landsliðsspælarin hjá Ekvador hevur verið ein umbiðin maður seinastu tíðina. Í vetur vóru bæði Chelsea og Arsenal eftir stríðssinnaða miðvallaranum hjá Brighton. Í summar hava bæði Chelsea og Liverpool verið eftir honum.

 

Moisés Caicedo hevur tó gjørt greitt, at hann hevði bara ynski um at spæla við Chelsea. Hetta hóast at Liverpool yvirbjóðaði Chelsea undan vikuskiftinum. Hann sýtti at samráðast við Liverpool og so kom Chelsea við einum nýggjum boðið, sum verður mett á verða beint undir eina milliard krónur.

 

Moisés Caicedo kann best lýsast sum triðja ættarlið av “Makélélé-spælarum”. Franski Claude Makélélé og seinni landsmaðurin N'Golo Kante, hava verið ímyndin av orkuríka og stríðssinnaða verjukenda miðvallaranum.

 

Moisés Caicedo nevnir báðar sum fyrimyndir og báðir hava spælt við Chelsea. Hetta og ein átta ára langur sáttmáli hevur tryggjað Chelsea ein spælara, sum fleiri meta verða í heimsflokki – og kann verða tað í nógv ár afturat.

 

Júst Chelsea og Liverpool spældu sunnudagin javnleik 1-1 í fyrsta umfarinum í Premier League.

 

Mynd: (Chelsea FC)