Chelsea keypt Cahill

Bolton venjarin, Owen Coyle, váttar á heimasíðuni hjá felagnum, at semja er gjørd við Chelsea um ein prís fyri Gary Cahill.

 

Londonfelagið hevur trupulleikar í miðverjuni, tí Alex er útihýstur frá fyrstaliðs hópinum, tí hann hevur biðið um at verða seldur, og Ivanovic er skaddur. Tískil eru bert John Terry og David Luiz tøkir.

 

BBC Sports skrivar, at Cahill nú verður Chelsealeikari, men nevnir onga upphædd fyri leikaran. Men áður hevur ljóðað, at prísurin liggur um 7 milliónir pund, sum er ógvuliga lítið. Hetta skal kortini síggjastí ljósinum av, at sáttmálin gongur út í summar, og tí vil Bolton heldur hava ein minni prís fyri Cahill nú, heldur enn stell einki í summar.

 

26-ára gamli Gary Cahill kom til Bolton fyri trimum árum síðani fyri 5 milliónir pund frá Aston Villa, og hevur skotið 12 mál fyri felagið. Hann fekk debut á enska landsliðnum í mars 2011 og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í 3-0 sigrinum á Bulgaria.