Liverpool Echo er eitt av fleiri enskum bløðum, sum í dag skriva, at Chelsea er í holt við at keypa Ross Barkley frá Everton. Enski landsliðsspælarin hevur verið samanborin við Wayne Rooney, sum somuleiðis hevði sín uppvøkstur í bláa felagnum í Liverpool.
Ross Barkley var á veg til Chelsea í summar, men sølan bleiv ongantíð gjøgnumførd. Miðvallarin hevur havt ein álvarsligan skaða í baklærinum, men eru nú á veg aftur. Sambært Liverpool Echo og øðrum, so er talan um 150 milliónir krónur.
í gjár var eisini frammi, at Chelsea leitar eftir einum áleypara, sum kann avloysa Alvaro Morata til tíðir. Felagið keypti Michy Batshuayi í 2016, men hann hevur ikki fingið fótin fyri seg í London. Nú ljóðar, at felagið ynskir at fáa Andy Carroll í hópin.
Tað er eitt sindur ógreitt hvar søgan stavar frá, men David Moyes, venjari hjá West Ham, segði seg einki vita um nakran áhuga fyri áleyparanum hjá sær. Hartil eigur Chelsea millum annað Tammy Abraham, sum er útleigaður til Swansea.