Chelsea kærir revsing

Tað kostaði Didier Drogba fýra daga leikbann, at hann eftir Champions League hálvfinaluna móti Barcelona fanst sera harðliga at norska Øvrebø, sum dømdi dystin. Og hóast tey í Chelsea meta, at atburðurin var ósømiligur, so halda tey, at fýra daga leikbann er dekan ov hørð revsing. Í felagnum verður sagt, at tey umhugsa at kæra málið við kravi um linari revsing.