Chelsea hevur tíðindafund um Laudrup

Fótbóltur: FCK avsannaði fyrrapartin hósdagin, at Brian Laudrup er á veg til felagið. Men seinnapartin kallaði Chelsea til tíðindafund um framtíðina hjá Brian Laudrup.

Tað er í løtuni eitt sindur ógreitt, hvar framtíðin hjá Brian Laudrup liggur.

Søgur hava gingið í donsku fjølmiðlunum um, at Brian Laudrup hevur havt samband við FC Keypmannahavn.

Hesi tíðindini avsannaði FCK fyrrapartin í gjár, har stjórin í felagnum, Flemming Østergaard, m.a. segði, at »eingin avtala er gjørd við Chelsea um Brian Laudrup« og »FC Keypmannahavn ikki hevur gjørt nakra avtalu við Brian Laudrup.«

Men tíðliga seinnapartin í gjár skrivaði danska TV2 á síni internetsíðu, at Chelsea hevði kallað til tíðindafund klokkan 16.00 føroyska tíð (aftan á evstamark hjá blaðnum), har eittans punkt var á dagsskránni, nevniliga: »Rygter i forbindels med Brian Laudrups forestående klubskifte.«

Tá blaðið fór til prentingar, vistu vit ikki, hvat kom fram á hesum fundinum hjá Chelsea, men bæði Brian Laudrup og FCK eru gott stoff í donsku fjølmiðlunum.

Um nakað hald er í tíðindunum, fáa vit so at síggja.