Chelsea hevur keypt enn ein spennandi spælara

Premier League: Nógv bendir á, at Chelsea hevur eitt spennandi lið til komandi kappingarár

Meðan onnur feløg halda seg aftur at keypa spælarar í koronaóvissuni, so hevur Chelsea smekkað til. Í dag hevur felagið keypt sín fimta spælara í summar. Talan er um 35 ára gamla Thiago Silva, sum hevur verið liðskipari hjá Paris Saint Germain seinnu árini.

Fyrsta keypið var Hakim Ziyech úr Ajax. Hann er ein spennandi høgri vongur, sum millum annað hevur víst seg fram í Champions League, tá Ajax fyri tveimum árum síðani var í hálvfinaluni. Síðani kom týski landsliðsáleyparin, Timo Werner, frá RB Leipzig.

Fyrr í hesu vikuni bleiv verjuparturin eisini styrktur. Enski vinstri bakkurin, Ben Chilwell, er keyptur úr Leicester City og franski miðverjin, Malang Sarr, er komin ókeypis frá Nice. Í dag kom so fimti spælarin í Thiago Silva, sum væntandi kemur at verða stýrimaður í miðverjuni.

Nú verður bíðað eftir, at Chelsea eisini fær fatur á evnaríka Kai Havertz úr Bayern Leverkusen. Altjóða ítróttarmiðlar skriva, at samráðingar eru í gongd millum feløgini og eitt skiftið er sannlíkt.

Chelsea bleiv nummar fýra í Premier League, sum byrjar aftur 12. septembur.