Chelsea hevur 1,3 milliardir í skuld í ár

Chelsea er Champions league vinnari, men tað kostaði eisini kassan at vinna

Chelsea hevur í dag kunngjørt seinasta rokniskapin. Hann vísur eitt minus upp á 1,3 milliardir krónur. Orsøkin eru fleiri dýr keyp og koronufarsóttin. Tað er tó ongin vandi hjá Chelsea, sum framvegis hevur stuðul frá oljuríka eigaranum, navnframa russaranum Roman Abramovich.

 

Chelsea vann í ár eitt sindur óvæntað Champions League. Tað gevur nógvar inntøkur, men tær standa ikki í mát við innkeypini av spælarum sum Kai Havertz, Timo Werner, Ben Chilwell, Hakim Ziyech, Edouard Mendy ikki minst Romelu Lukaku.

 

Chelsea hevur útmerkað seg í at eiga spælarar, sum síðani verða seldir. Summir uttan at hava spælt nakað serligt, og í fleiri førum verið útleigaðir. Tann marknaðurin er minkaður nógv undir koronufarsóttini. Tó er umsetningurin øktur sjey prosent. Hetta serliga orsaka av sjónvarpsavtalum

 

Chelsea er tó ikki í stórvgis trupulleikum. Eigarin av Chelsea er russiski ríkmaðurin Roman Abramovich, ið bleiv heimskendur, tá hann keypti felagið í 2003. Hann tryggjar Chelsea umvegis felagið Fordstam Limited.